Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Tróndardagur

  • Mynd: Klara Johannesen
  • Mynd: Kirstin Vang

Kom við aftur í tíðina, tá Víkingarnir ráddu!

Komandi hósdag, 18. juli 2024, verður Tróndardagur hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu.

Á skránni er nógv spennandi – m.a. sleppa vit at síggja og uppliva hvussu lívið helst var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og stuttligum spæli, sum víkingar skipa fyri. Á keiini bjóðar Kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum.

Opið verður í Gøtu Fornminnissavni, har hópin av gomlum lutum verða sýndir fram. Í Glyvrahanusarhúsi verður áhugaverd listaframsýning við hjúnunum Anju Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen.

Skipað verður fyri ókeypis ponyríðing til børnini og kaffi, te, kaka og MIST verður at fáa. Á økinum verður møguleiki at keypa sær okkurt til matna frá Fisk&Kips bilinum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Tróndardagin – ein dagur har føroyskur dansur, fólkafundur, felagssangur, røður og livandi tónleikur seta dám á dagin.

Sí skránna á https://www.eysturkommuna.fo/skrain-til-trondardagin-18-juli/

Bústaður

Blásastova

10 Tróndargøta

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur