Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Marianna Winter (FO)

eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

Sjálv hevur hon familjubond bæði eystur og vestur til Japan og California, og tónleikurin er líka altjóðaligur og samansettur sum hennara upphav, sum samspælir meistarliga við nordiska sorgblídni í føroysku fólkasálini.
Hon er júst nú aktuel við nýggju stakløgunum, “Cruising”, “People Pleaser” og “Consequences” hvørs tónleikasjónband spruttar við blóð og sjarmu.

Eftir eina framførslu í Onglandi, á altjóða viðurkenda showcase festivalinum, The Great Escape, ger hon seg nú klára til aðrar líknandi framførslur, bæði her í Føroyum og úti í heimi (meira enn tað kann hon ikki kunngera enn).
Hendan lo-fi drotningin, er Z-ættarliðið, hon sparkar reyv, og hon er komin fyri at verða. Hon er Marianna Winter.

Marianna Winter Nagata (sang)
Ragnar Finsson (gittar)
Árni Jóhannesson (bass)
Kristian Pauli Ellefsen (tangentar)
Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)

Bústaður

Blábar

Niels Finsensgøta 23

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur