Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

BRANDAR Tutl konsert

Ókeypis andalig fólkarokk konsert

Fríggjadagin tann 1. novembur kl. 16:30 spæla andaligu fólkarokkararnir, Brandar, eina ókeypis konsert í Tutl handlinum!

Um Brandar:
Tað byrjaði sum eitt hugnaligt prosjekt heilt afturi í 2011. Ungir dreingir, úr bygdarsamfelagnum norðanfyri fjall, tóku hvør sín gittara í hond og framførdu góðar gamlar slagarar, sum teir peppaðu eitt sindur upp. Meira enn eitt áratíggju seinni – í 2023 – sótu somu menn saman og tosaðu um at gera meira burturúr tónleikinum. Tað er tá at bólkurin Brandar tekur skap.

Teir spæla fyri tað mesta folk-rock og kristiligan tónleik, og eru eitt nú inspireraðir av bólkum sum, Rend Collective, Mumford & Sons o.ø.. Upprunaliga bleiv bara spælt við streingjaljóðførum, og merkir hetta tónleikin enn í dag.

Brandar hava fyri tað mesta gjørt seg galdandi í nærumhvørvinum, men teir hava eisini eitt ynski, um at sleppa at royna seg á størri pallum. Teirra fyrsta staklag er komið út og fleiri sangir eru í stoypiskeiðini. Tað er serliga forsangarin, Hans Fuglø Christiansen, sum smíðar løg og tekstir til bólkin.

Bústaður

TUTL Label & Faroese Music Store

9 Niels Finsens gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur