Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Boundary
BYDANS: Eitt VR-verk
Boundary er ein innseting av einum tykisheimi, sum endurgevur upplivingina at vitja í tilvitskuni hjá einum øðrum persóni og tær avmarkingar, sum eru í hesum samspæli.
Ímynda tær at vera eg
Ímynda tær at vera tú sum eg
Luttakarar
Koreografur, listaligur leiðari, framleiðari og høvundur: Mathilde Caeyers
Pallmynd: Vega Drake
Samspælandi dansari: Karianne Andreassen
Filming og klipp: Philip Halv/Lofoten Film Collective
Forritan: Guillermo Montecinos, listaligur mennari
Animatión: Stian Andreassen
Boundary er liður í bydans - A Moving Festival
bydans er nýggjur dansifestivalur, sum er í tveir dagar. Danisfestivalurin fagnar margfeldinum í modernaða dansinum og hevur til endamáls at fáa fleiri sløg av nýmótans dansi út har, sum ynski eru um fleiri dansiupplivingar.
Festivalurin gevur áskoðarunum møguleikan at uppliva nýggj sløg av dansi eins og hann víðkar og avbjóðar okkara fatan av, hvat dansur kann vera.
Á skránni eru trý norðurlendsk verk í ymiskum skapum: Boundary, Where Even Flowers Can Grow og Kanska ein bygd. Ein innseting av einum tykisheimi, ein innilig dansisýning, har áskoðararnir koma nær dansarunum, og síðani ein sýning, sum varir alt kvøldið, har poesi og dansur gerast eitt.
Hetta er fyrstu ferð, at bydans er. KOMMA Performance Productions og RIVA - The Faroese Dance Company hava tikið stig til tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.
Festivalurin er stuðlaður av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Almanna- og Mentamálaráðnum.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar