Suðuroy

Vágs kirkja

x

Í 1913 byrjaði kirkjuráðið í Vági at fundast um at byggja nýggja og størri kirkju, tí fólkatalið var voksi nógv. Í 1926 varð avgjørt at taka við uppskotinum hjá Sofus Johan Hofgaard, arkitekti, og hann varð biðin um at fara undir at detailprojktera uppskotið til nýggja kirkju í Vági. 13 ár seinni, í 1939, stóð kirkjan liðug.

Tað sum eyðkennur Vágs Kirkju er ný gotiski stílurin. Kórið er sjeykantað við tveimum smáum rúmum í suður og norður. Í kórinum eru fýra vindeygu, sum í ovara enda eru bogað í spíss. Í hesum vindeygum eru glasmálningar, sum Ernst Trier í Vallekilde hevur gjørt í 1959. Glasmálningarnir ímynda Jesu søgu frá boðan Mariu til uppreisn hansara. Tær fýra ljósakrúnurnar í kirkjuni eru úr bronsu. Tær eru í einfaldum barokskapi. Kirkjufólkið læt tær, tá ið kirkjan var vígd, í 1939.

Vágs Kirkja er ein av teimum fáu kirkjunum í Føroyum, sum hevur kirkjukór. Tað var í 1939, at fólk tóku seg saman, við Edith Dahl á odda, og stovnaðu kirkjukórið Ljóm. Fyrstu ferð Ljómur sang alment, var tá kirkjan varð vígd tann 19. februar 1939.

Sangurin ”Nú hvítna tindar…” hevur serligt tilknýti til kirkjukórið Ljóm. Tað var í 1941, at Edith Dahl heitti á Robert Joensen í Klaksvík, at umseta sangin ”Nu falmer skoven…”, sum Grundtvig yrkti.

Til konsertina Alla halganasunnukvøld í 1942 sang so Ljómur ”Nú hvítna tindar…”, sum Robert Joensen so meistarliga hevði umyrkt. Síðan tá hevur hesin sangur verið fastur táttur á skránni Alla halganasunnukvøld í Vágs kirkju.

Address

Vágsvegur 34
900 Vágur
Suðuroy

Contact

Website

Upplatingartíðir

-