19 Apr - 25 Apr
Norðoyggjar
100 DKK

Virus virus

x

Sangleikur á Skúlatrøð
Kom og hygg at sangleiki, sum kallast “Virus Virus”. Leikurin verður sýndur í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð.
Alt byrjar heima við hús hjá tveimum næmingum í 9. flokki. Føroyskir skúlanæmingar eru troyttir av koronu og at verða undirvístir á netinum. Teir gleða seg at koma aftur í skúla og vera saman við sínum floksfeløgum. Ein tónleikabólkur verður stovnaður. Kærleiki er í luftini. Ungdómsforelskilsi. Floksveitsla.

Ein útlendsk poppstjørna, kemur til Føroya. Og nakrar dansigentur sleppa at vera við í einum væl umtóktum videolagi, har tær millum annað dansa úti í tí vøkru føroysku náttúruni.

Tá alt tykist gott aftur, verður heimurin brádliga raktur av einari talgildari VIRUS. Hetta fær dramatiskar fylgir.
Virus virus er ein hugvekjandi, men eisini skemtiligur sangleikur, sum spælir við kenslurnar hjá børnum í øllum aldri.

Steintór Rasmussen hevur skrivað handritið. Eyð Matras leikstjórnar. Leikurin koyrir uttan steðg og varar í alt ein góðan tíma. Atgongumerki kosta kr. 100 kr.

Address

Skúlatrøð

Skúlavegur 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

19 Apr 2021 19:00
23 Apr 2021 19:00
24 Apr 2021 19:00
25 Apr 2021 19:00

Price

100 DKK