22 May
Norðoyggjar
Free
Náttúra & uttandura

Virkið vár

x
Í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni setur Klaksvíkar kommuna umhvørvið og fólkaheilsuna á breddan. Býurin skal vera karmur um størri og smærri átøk, sum skulu eggja borgarum at brúka býrúmið og náttúruna.
SKRÁIN 22. MAI 2021

Í sambandi við, at nýtt súkklufelag verður stovnað í morgin, leygardagin 21. mai, heitir Klaksvíkar kommuna á foreldur og børn um at lata bilin standa og taka súkkluna fram, nú serligir møguleikar verða í býnum.

Súkklubreytin norðan fyri Skúlatrøð letur upp kl. 12:30, og samstundis byrjar teknikappingin #míttbýarrúm inni í Skúlatrøð.

Súkkluvenjing verður fyri børn í aldrinum 8-14 ár, og felags súkklutúrur er fyri øll, ið hava hug at royna seg á kappsúkklu.

Klokkan 11 skipar Treysti fyri tiltakinum “Renn ella gakk”, har byrjað verður í sama grannalag, nevniliga uttan fyri Norðoya Sparikassa, og runnið ella gingið verður 15 minuttir, áðrenn vent verður aftur til Norðoya Sparikassa.

Tiltøkini eru øll í og kring Skúlatrøð, har dagurin endar við, at stovnandi aðalfundur av nýggjum súkklu- og triathlonfelag í Klaksvík verður klokkan 18:00 – somuleiðis á Skúlatrøð.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevnd býráðsins, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna á henda hátt kann seta fokus á rørslu.

– Hesin dagurin er partur av skránni fyri “Virkið Vár”, sum vit skipa fyri gjøgnum mai mánað, sigur Annika, sum gleðir seg til dagin og vónar, at nógv foreldur og børn møta upp.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin!

klaksvik.fo

Address

Skúlatrøð

Skúlavegur 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

22 May 10:00

Price

Free

Organiser

Klaksvíkar kommuna