07 Oct
Tórshavn (capital)
1100 DKK
Matur & Drekka

Vínglasskeið

x
Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tað sama vínið kann smakka ymiskt, alt eftir hvørjum glasið tað verður drukkið úr? At vínglasið faktiskt hevur rættiliga stóran týdning fyri, hvussu væl vínið smakkar?
Hetta ljóðar heilt sikkurt sum møsn fyri mong, og tað er júst tí, at vit hava fingið Casper Næss-Schmidt frá ‘H.J. Hansen Vin’ at greiða nærri frá hesum mikukvøldið 7. oktobur. Hann fer at leiða tykkum ígjøgnum eitt vínglasskeið, har tit sleppa at royna 4 ymisk sløg av víni í fýra ymsum gløsum frá Riedel. Tvey hvít og tvey reyð. Og lekkru víngløsini sleppa tit at eiga!
Tá ið skeiðið er liðugt – og Casper hevur sannført tykkum um, at rætta vínglasið hevur alstóran týdning fyri, hvussu væl vínið smakkar – verður borðreitt við trimum rættum frá kokkunum í Skeiva Pakkhúsi. Og maturin hóskar sjálvandi perfekt til vínið, sum verður skonkt afturvið matinum í teimum heilt røttu gløsunum!
Kostnaður fyri vínglasskeið & døgurða: 1100,- fyri hvønn
– vín afturvið matinum umframt 4 víngløs eru íroknað prísinum.
Tiltakið byrjar kl. 18.00.
Komið og gerið hetta heilt vanliga mikukvøldið serstakt við góðum mati, fantastiskum víni og serkønari vitan um víngløs.
GG: Tað eru avmarkað pláss, og vit syrgja fyri, at góð frástøða er millum øll borðini.

Address

Skeiva Pakkhús

Sigmundargøta 19
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

07 Oct 18:00 - 20:00

Price

1100 1100 DKK