01 May - 30 Aug
Norðoyggjar
1250 DKK

Við Ocean experiences til Fugloy og Svínoy

x

Vit fara í summar at sigla til Fugloy og Svínoy. Eftir ætlan verður siglt hvønn leygardag, frá 1. mai til 30. august. Túrurin byrjar á Borðoyavík ( Klaksvík) kl 09. Siglt verður fram við Svínoy og inn a Svínoyarvík. Steðgað verður í Svínoy í uml. 2 tímar.
Síðani verður siglt til Fugloy, undir Eystfelli og til Stapan. Vit fara í land í Hattarvík, har taka staðbundin fólk ímóti okkum. Tit kunna ganga ella blíva koyrd til bygdina Kirkju, har tit fáa eina máltíð frá matstovuni “KALALON”. Báturin tekur tykkum umborð aftur á Kirkju.

Kostnaður er 1250kr fyri vaksin. Børn 12 ár og yngri 1/2 prís
Túrurin tekur uml 6 tímar.

Tilmelding við at senda okkum eini boð á messenger. Ocean Experiences

Vit gera eisini dagliga túrar til Kópakonuna og Kallin. Les meiri um tað á okkara facebook síðu.

 

 

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

01 May - 30 Aug Every: Sat
09:00

Price

1250 DKK