25 Jul - 12 Sep
Norðoyggjar
335 DKK
Matur & Drekka
Søga & arvur
Náttúra & uttandura

Smakka, síggj, nem við og uppliva Kalsoy!

x
Smakka, síggj, nem við og uppliva Kalsoy!
Í summar hevur tú eitt frálíkt høvi, at royna nakað av tí serstaka sum er í Kalsoynni.
Visit Faroe Islands og Norðoya kunningarstova hava í felag við staðbundin fólk á Kalsoynni, sett saman hesa skránna.
Sam siglir úr Klaksvík til Syðradal kl 10 og so gongur dagurin slag í slag.
Byrjað verður á Trøllanesi, har ungi bóndin Jóhannus Kallsgarð tekur ímóti okkum. Hann fer við okkum út á Kallin, og fortelur um stórbaru náttúruna har. Tað er ikki uttan orsøk, at hetta er eitt av best umtóktu ferðamálum í Føroyum, og nú tað tín túrur at síggja tað.
Afturkomin til Trøllanesar, vitja vit í Mikkjalssmiðju, har feðgarnir Mikkjal og Jóhannus eru smiðir. Miðmáli verður at fáa í smiðjuni – Viljin catering á Húsum borðreiðir við breyði og góðum føroyskum viðskera, so sum turrum kjøti, rullupylsu og øðrum. Eisini verður tann tiltikna húsasuppan at fáa.
Tá vit eru liðug at eta, fer smiðjurin til arbeiðis, og tá verður høvið at síggja siðbundi smiðjuarbeiði. Trøllanes og Mikladalur hava uppfostrað nakrar av Føroya bestu smiðjum, og tann siðvenjan verður enn hildin í hevd á Trøllanesi. Høvið verður eisini at keypa lutir, sum eru tilvirkaðir í Mikkjalssmiðju.
Tíð er eisini til ein gongutúr á Trøllanesi.
Bussur koyrir av Trøllanesi til Mikladals, har vit kunnu fara oman á helluna, har tað sigst, at kóparnir koma á land á trettandu nátt at dansa. Nú dansar ongin kópur á helluni, men á Stórakneysa stendur kópakonan, ein standmynd sum Hans Pauli Olsen hevur tilevnað. Kópakonan er nú heimskend.

Address

Trøllanes


798 Trøllanes
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

25 Jul - 12 Sep Every: Sat

Price

335 DKK

Organiser

Norðoya kunningarstova og ferðist.fo