06 Feb - 14 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Vetrarljós 2021

x
Vetrarljós 2021 verður serstakt. Vit fara at hátíðarhalda at myrka tíðin er við at fara aftur um bak, og at vit ganga ímóti ljósari tíðum – bæði so og so.
Vetrarljós 2021, ið verður frá 6. februar – 14. februar, verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarnu árini. Vit minnast øll aftur á Vetrarljós í fjørð, ið savnaði saman fleiri 100 tals fólk í býnum til livandi tónleik, bergtakandi ljós installatiónir, listaveiðu við lummalykt, upplestur, rullandi buss konsertir og mangt annað spennandi.
Tíanverri ber ikki til í ár at savna saman so nógv fólk til tónleika framførslur, upplestur o.a.
Tó so, vilja vit fegin prýða býin við hugtakandi ljós installatiónum, ið kunnu upplivast, tá ið ein gongur og spákar í býnum.
Býurin verður livandi við litaðum ljósi, og vilja vit fegin minna fólk á, at í ár verður Vetrarljós ikki bert í ein dag, men kann upplivast í eina viku.
Vetrarljós er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum. Hetta verður 8. árið á rað at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.
Fylg okkum á Facebook og Instagram, so ert tú vís/ur í at fáa alt við, ið verður lagt út.
6. februar – 14. februar – ein livandi og litaður býur.
Skrá 
  • Grasagarður: Súni Joensen, okkara viðurkendi føroyski ljóssniðgevi, fer at prýða Grasagarð við einum hugfangandi ljósævintýri frá 6.-14. februar
  • Tinghúsgarðurin: Kom og uppliva eitt ljós-spælipláss í Tinghúsgarðinum 6.-14. februar.
  • Havnar kirkja: Mads Buus , viðurkendi danski ljós sniðgevin og ljós listamaðurin, umskapar Havnar kirkju til nakað heilt serligt. Ljóðskaparin og multiinstumenatlisturin Alexander Valentino Clerici, framleiðir tónleik til hesa fraførsluna – Hvørt kvøld frá kl. 17 6.-14. februar
  • Norðurlandahúsið: Kom og uppliva framsýningina hjá Nayab Ikram í Norðulandahúsinum. Nayab arbeiðir við mentanarsamleikam illstøðum og felags minnum. harumframt arbeiðir hon við siðum, abstraktari ljósmyndlist og installatiónum. Eisini fara tey í Norðurlandahúsinum at upplýsa listina uttanfyri bygningin. 6.-14. februar
  • Listasavnið: Leygardagin 6. februar hátíðarheldur Listasavnið Vetrarljós við tiltakinum “List í Myrkri”, har tú kannst uppliva listaverkini á ein heiltørvísi hátt. Rundvísingar vera kl. 16, 17, 18 og 19 og varða 20 min hvør. Takið tykkara egnu lummalykt (ella lummalyktia á tíni telefon)

Address

Visit Tórshavn

Niels Finsens gøta 17
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 Feb - 14 Feb Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free

Organiser