21 Oct - 22 Oct
Tórshavn (capital)
600 DKK
Verkstovur

VERKSTOVA til íblástur. "Lærarir/Námsfrøðingar"

x

Verkstovan er samansett av smærri framløgum og praktiskum arbeiði.

Vit arbeiða við gelplátum stig fyri stig – frá tí einfalda til tað meiri krevjandi.

Vit taka mynstur og skap, úr gerðandislutum, hondarbeiðstilfari, náttúruni og áhuganum hjá børnum og ungum, við inn í myndevnini.

Styrkt verður um vitanina um litir í verki og vit arbeiða við at finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda okkum fram litirnar.

Umframt gelprent, koma vit eisini inn á háprent og klæðisprent, sum hóska væl í arbeiðinum við børnum og ungum.

Allir luttakarar fáa útflýggjað undirvísingartilfar frá Spedball.

Øll amboð og alt tilfar, sum vit brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Ver í arbeiðsklæðum.

Address


188 Hoyvík
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

21 Oct 2021 13:00 - 16:00
22 Oct 2021 10:00 - 13:00

Price

Vaksin 600 DKK