06 Jun
Tórshavn (capital)
5800 DKK
Verkstovur

Verkstova í sjónligari verkætlanarleiðslu

x
– YVIRLIT, ÁHUGI OG ÁBYRGD –

Sjónlig verkætlanarleiðsla snýr seg um at fáa verkætlanina úr telduni og upp á veggin.
Á hendan hátt gerst tað lættari at hava yvirlit yvir allari verkætlanini og lættari hjá øllum, ið luttaka, at fylgja við og luttaka aktivt.

Sjónlig verkætlanarleiðsla brúkar amboð og hættir frá grafiskari facilitering og saman tvinnir tað við  amboð og hættir frá verkætlanarleiðslu. Endamálið er at skapa størri gjøgnumskygni og betur skikkaða luttøku frá øllum pørtum í verkætlanini – verkætlanar eigara, stýrisbólki, verkætlanar toymi og øðrum íognarum.

Verkstovan er til tín:

  • ið stríðist við at fáa allar partar í verkætlanini at luttaka aktivt
  • ið hevur roynt at fáa øll at venda aftur, sum avtala, men hevur ferð eftir ferð upplivað, at hetta kann vera sera trupult
  • ið heldur, at tað kann vera trupult at halda skil á verkætlanini, tá hon goymir seg á telduni

Eftir verkstovuna verður tú før/ur fyri at gera stórar tekningar av verkætlanini og teimum ymisku verkætlanaramboðunum, sum tú brúkar, soleiðis at hvørt verkætlanar stig er lætt at síggja og øll, sum luttaka í verkætlanini, kunnu vera virkin.

Tú lærir sostatt at taka verkætlanina úr telduni og sjónliggera hana. Og tú lærir at nýta ymisk verkætlanar amboð um mál og endamál, íognara greining (interesse analyse), vanda greining (risiko analyse), uppgávu yvirlit og ábyrgdar deiling á ein nýggjan hátt.

Sum luttakari á verkstovuni fært tú høvi at læra at tekna skabelónir og tekna eina verkætlan. Verkstovan er grunda á praksis, soleiðis, at tú fært øva so mikið, at tú følir teg kláran at brúka sjónliga verkætlanarleiðslu beint eftir verkstovuna.

Verkstovan er ætla øllum, sum í meira og minni mun arbeiða skipa við verkætlanum. Tað kann vera, at tú ert verkætlanarleiðari og hevur eitt verkætlanar toymi afturat tær, og tú kundi hugsa tær íblástur til, hvussu tit kunnu gera tað øðrvísi. Tað kann eisini vera, at tú situr einsamøll/mallur og arbeiðir við eini verkætlan og kundi hugsa tær at fingið eitt øðrvísi yvirlit yvir arbeiðið títt. Ella tú og starvsfelagar tínir javnan arbeiða verkætlanar’sligt og kundu brúkt nøkur skipa amboð til tess.

Verkstovan verður hósdagin 6. juni og fríggjadagin 7. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Hósdagin byrja vit kl. 9 og enda kl. 16 og fríggjadagin byrja vit eisini kl. 9, men enda kl. 15

Fyrsta dagin arbeiða vit grundleggjandi við at tekna og við ymisku amboðunum innan verkætlan – tær tørvar ikki innlit í hvørki grafiska facilitering ella verkætlan fyri at luttaka. Og hevur tú arbeitt við grafiskari facilitering ella verkætlan fyrr, so lærir tú her at seta hesi bæði saman.

Annar dagur verður brúktur til at tekna og sjónliggera amboð og verkætlanir.

Prísur 5.800 kr. írokna mvg, tilfar – tú fær heilt nýggjar tussjir frá Neuland og ábit.

Undirvísari á skeiðnum er Siri Helgadóttir Tórgarð, ið hevur drúgvar verkætlanar royndir og hevur arbeitt, sum facilitator síðan 2002. Siri er útbúgvin innan organisatións samskifti. Afturat tí er hon útbúgvin facilitator og coach.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 Jun 09:00

Price

Vaksin 5800 DKK