29 May
Eysturoy
350 DKK
Verkstovur

Verkstova í myndatøku við fartelefon

x

Kundi tú hugsað tær at dugað betur at tikið myndir við fartelefoninini? So er hetta skeiðið til tín! Leygardagin 29. mai verður heildagsverkstova á Gjáargarði, har undirvíst verður í grundleggjandi myndatøku og myndaviðgerð.

Seinasta hálvár hevur Visit Faroe Islands skipað fyri verkstovum og fyrilestrum, ið hava til endamáls at brynja føroysku ferðavinnuna til at vera í fremstu røð á talgildu miðlunum. Seinasti fyrilesturin í røðini fer at snúgva seg um myndatøku. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg.

Mong, sum arbeiða innan fyri ferðavinnu, hava tørv á myndum til m.a. sosialar miðlar. Hetta fellur lætt hjá summum, meðan onnur stríðast við at taka góðar myndir.

Á hesari verkstovuni læra starvsfólk í ferðavinnuni um grundleggjandi myndatøku við fartelefon. Verkstovan er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan.

Á verkstovuni fer Beinta Haraldsen at undirvísa í myndabygnaði, ljósi, litum, portrettmyndum, detaljumyndum og myndaviðgerð við fartelefon. Eisini fer hon at greiða frá góðum vanum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.

Verkstovan verður á Gjáargarði og luttakararnir fáa høvi at taka góðar myndir í vakra umhvørvinum við Gjógv.

Skeiðið verður 29. mai 2021 frá kl. 10.00-16.00 á Gjáargarði við Gjógv.

Kostnaðurin er 350,- kr. – íroknað allar máltíðir og skeiðsluttøku.

Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 24. mai.

At hava við:

Eina fartelefon við góðum myndatóli. Um tú ikki eigur eina góða fartelefon, sum er í mesta lagi 2-3 ár, vilja vit viðmæla tær at læna eina til høvið.

Um Beintu Haraldsen
Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum myndakvi

myndakvinna og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativur vinnur. Beinta undirvísir harumframt á ymiskum verkstovum í m.a. at gera film við fartelefon, at gera ferðaskráir við Travefy, og er serfrøðingur í forritinum Trello, sum verður brúkt til verkætlanarleiðslu og samstarv.

 

Síðani november í fjør hevur Visit Faroe Islands hevur bjóðað ferðavinnuni til seks ymiskir fyrilestrar og verkstovur. Alt tilfarið frá verkstovunum er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Address

Gjáargarður

Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy

Date

29 May

Price

350 350 DKK