16 May
Eysturoy
Free
Tónleikur

Várkonsert við Silvitni í Gøtu Kirkju

x
Sunnudagin 16. mai kl. 17.00 hevur kvinnukórið Silvitni várkonsert í Gøtu Kirkju.
Silvitni er eitt úrvalslið av níggju evnaríkum kvinnum, sum heystið 2020 tóku stig til at stovna kórið. Kórið umboðar fýra ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Holland, Týskland og Chile, og er undir leiðslu av Cinthiu González Parada, sum eisini syngur í kórinum.
Til hesa vákonsertina bjóðar Silvitni okkum við á eina tónleikaferð kring knøttin, har áhoyrararnir sleppa at uppliva rútmur og harmoniir frá tónaskøldum úr øllum heraðshornum og frá ymiskum tónleikatíðarskeiðum. Skráin fevnir um gamlan tónleik úr Spania, traditionellar sangir úr Írlandi, Mexico, Cuba og Afrika, umframt tónleik frá nýmótans tónaskøldum úr Japan, Estlandi, Russlandi og Føroyum. Innihaldsliga eru tekstirnir sera fjølbroyttir og sungið verður á sjey ymiskum málum. Flestu sangirnir eru a cappella, men til nøkur av løgunum hevur Mattias Kapnas klaverfylgispæl.
Ókeypis atgongd!

Address

Gøtu Kirkja

Gøtuvegur 7
511 Gøtugjógv
Eysturoy

Date

16 May 17:00

Price

Free