14 Aug
Eysturoy
Free
Annað

Valfundur hjá Demokratia

x

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum áhugaverdum valkvøldum kring landið. Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum.

Demokratia hevur biðið flokkarnar lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra teirra sjónarmið og síggja hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp afturat teimum kendu.

Orðstýrari er Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini fáa orðið.

Tað fyrsta valkvøldið verður longu mikukvøldið 14. august kl. 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið m.a. fer at koma inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd. Kveikjari hetta kvøldið er Sissal Kj. Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.

Valevnini til kjakið í Fuglafirði vera:
Ingvør Justinussen (A)
Edva Jacobsen (B)
Marita Klein Joensen (C)
Kristina Toftegaard Larsen (E)
Hanna Jensen (F)
Bjarta Petersen (H)

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi valkvøld, kvinnur og menn, ung sum gomul. Demokratia bjóðar kaffi og køku.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

14 Aug 19:00

Price

Free

Organiser

Demokratia

Website
demokratia@demokratia.fo