13 Nov
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Vágaverk & Tim Easton (USA) í Tøting

x

***Leygarkvöldið 13. Nov. kl. 20.30 í Töting***
Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á https://grot.nuwebgroup.com/events/9212

Vágaverk:
Vágaverk er manna av tveimum av mest eyðsýndu oddamonnunum, ið Vágar, ja enntá Föroyar hava forstrað, teir eru sannar legendur á föroyska tónleikapallinum, nevnliga Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Sámal Ravnsfjall er upprunaligi föroyski trubadururin, eitt slag av einum föroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum götutónleikari í suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.
Jóan Jakku er best kendur sum hövuðsmaður í slóðbrótandi föroyska kultbólkinum Tinganest, men hevur eisini sum einstaklingur givið flöguna Jakkin út, og seinast og ikki minnst, kom útgávan við Stongum & Guttesen, ið kemur at standa sum ein varði í föroyskari tónleikasögu..
Saman raktu Jóan Jakku og Sámal við bólkinum Vágaverk, föroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serföroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki.

Tim Easton (US):
55 ára gamli amerikumaðurin, kemur á síni fyrstu ferð til Föroya, at borðreiða okkum tær gávur, honum eru fallin í lut.
Tim Easton er föddur í statinum New York, men er partvíst uppvaksin í Tokyo, Japan og í Ohio, USA.
Á ungum aldri, tók Tim gittarin á bakið og ferðin gekk til Evropa, har hann livdi sum götutónleikari í mong ár.
https://www.youtube.com/watch?v=ri9SK5DP

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

13 Nov 20:30

Price

Members 100 DKK 150 DKK