07 Feb - 08 Feb
Tórshavn (capital)
350 DKK
Tónleikur

TÝR og Føroya Symfoniorkestur

x
Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Føroya Symfoniorkestur eru fegin um at at kunna bjóða eina framúr góða konsert við bólkinum TÝR.

Týr eru kendir fyri eitt serligt tónleikaligt bland av norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Teir hava umleið 75-100 konsertir árliga ymsastaðni í heiminum. Nú koma teir aftur til Føroya og spæla 2 konsertir og fer orkestrið at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.

Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Føroya Symfoniorkestri, at orkestrið roynir seg saman við heavy metal.  Haraldur Sveinbjörnsson hevur sett út 15 løg fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.

Heri Joensen, forsangari og gittaristur í Týr sigur: “Tað hevur verið ein dreymur, síðani eg var ungur og hoyrdi Deep Purple saman við symfoniorkestri – seinni eisini Metallica – at royna slíkt sjálvur”.

Umframt Hera, eru hesir í TÝR: Attila Vörös, gittar, Gunnar H. Thomsen, bass og Tadeusz Rieckmann, trummur. Bólkurin sær fram til at geva lurtarunum eina avbera góða uppliving – og vóna teir sjálvir at kunna læra okkurt við at royna hetta slagið av samstarvi.

Í sambandi við konsertina økir Norðurlandahúsið konserthølið Høllina við at taka Klingruna aftrat. Í Stóruhøll er pláss fyri 800 standandi gestum. Hetta er eitt av húsins mongu dygdum at vera liðiligt og at kunna flyta um, so tað passar til tiltakið.

Konsertirnar 7. og 8. februar 2020 er eitt dømi um, at Norðurlandahúsið er stað fyri alskyns tiltøkum, sum kann rúma alt frá klassiskum tónleiki til tungmálm – og onkuntíð bæði um somu tíð.

ÚTSELT

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

7 Feb 2020 21:00
8 Feb 2020 16:00
8 Feb 2020 21:00

Price

Vanligt 350 DKK