13 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Tunnusláing á sjónum

x

Tórshavnar Froskmannafelag skipar í ár sum vanligt fyri tunnusláing á sjónum. Hetta er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevur skipað fyri tunnusláing á sjónum flestu árini síðani felagið var stovnað í 1957.

Tunnusláingin verður í Vágsbotni leygardagin 13. februar kl. 14.00. Øll eru vælkomin við, bæði børn og vaksin.

Neyðugt er tó at vera í einari froskmannadrakt. Felagið hevur nakrar barnadraktir til láns. Tey, ið ynskja at læna eina drakt, kunnu møta nakað áðrenn kl. 14.00 í hølunum hjá Froskmannafelagnum undir Bryggjubakka 29, har draktir vera útflýggjaðar. Til ber at skifta klæðir og lata seg í draktina í hølunum hjá felagnum.

Hann, ið slær tunnuna niður, verður ikki kallaður Kattakongur, men verður kallaður Kongafiskur. Onkuntíð vera kattakongar blakaðir á sjógv. Hjá froskmonnum er øðrvísi, har kann Kongafiskurin vænta at vera blakaður uppá turt. Kongafiskurin fær tó eisini ein vinning, sum heiður fyri avrikið.

Tey, ið ikki hætta sær at leypa á sjógv, eru vælkomin oman í Vágsbotn at síggja, meðan froskmenninir sláa tunnuna. Heitt kakao og suppa verður til øll, bæði áskoðarar og froskmenn. Vónandi verður undirtøkan góð.

Tórshavnar Froskmannafelag ynskir øllum eina góða føstulávint!

Address

Vágsbotn

Vágsbotn
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

13 Feb 14:00

Price

Free