26 Sep
Norðoyggjar
Free
Børn & Ung

Tunnilsdagur: Tombola og PES-kapping í Spinnarínum

x

Tunnilsdagur er leygardagin 26. september og tá er ókeypis at koyra til Klaksvíkar.

Mjølnir skipar fyri tombola og hevur kaffi og kioskvørur. Hetta er samstundis tilmeldingardagurin hjá Mjølnir, har leikarar, sum ynskja at spæla flogbólt í ár gjalda limagjald. Tikið verður móti gjaldskorti.

Føroya Tele skipar fyri PES-kapping við teirra serligu PS-konsollum. Tilmelding á staðnum. Tann besti fær vinning frá Føroya Tele.

Vit taka øll neyðug fyrilit í samband við Corona farsóttina.

Vit síggjast í Spinnarínum leygardagin kl. 10 – 14

Address

Spinnaríið

Klingrugarður 1
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

26 Sep 10:00 - 14:00

Price

Free