01 Mar
Tórshavn (capital)
50 DKK
Palllist
Børn & Ung

Tú er bæði tað tú sigur og tað tú tigur (NO)

x
Norskur samtíðardansur við Bergen Dansesenter og BIT Teatergarasjen

Bergen Dansesenter og BIT Teatergarasjen hava saman við koreografinum Sigurd Johan Heide og tónaskaldinum Snorre Bjerck gjørt eina nýggja dansisýning við ESC – ungdómsfelagsskapurin fyri samtíðardans.

Talan er um eina dansisýning, sum tekur støði í spæli, har tey við dansinum sýna, hvussu vit menniskju spæla og skapa saman. Í sýningini flætta tey hugtakið samtíðardansur saman við elementum frá fólkadansi og ítróttarleiki. Tónlistarliga støðið er ein blanding av fólkatónleiki, elektronika og livandi ásláttur (percussion).

“Tú er tað tú sigur, men eisini tað tú tigur” er eitt brot úr norsku bókini “Himmelrike og helvete” hjá Jón Kalman Steffánsson. Heitið á bókini sigur okkum, at tað ikki altíð er samsvar millum tað vit siga og gera. Bókin peikar á, at tað kann vera nærum ógjørligt at vita, júst hvørja fjalda dagsskrá eitt annað menniskja veruliga hevur. Í hesum hugtaki er ein vandi og ein vón um, at vit ikki altíð skilja hvønn annan rætt.

Facebook
Instagram

 Covid-19
Avmarkað pláss. Vit fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her. Minst til koronapass.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

01 Mar 19:00 - 19:45

Price

Vaksin 50 DKK