02 Oct
Eysturoy
200 DKK
Tónleikur

Terji Rasmussen við Kim Hansen

x

Tað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at Terji Rasmussen kemur í Mentanarhúsið at spæla fyri okkum leygarkvøldið 2. oktober kl. 22.

Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður eisini Kim Hansen á tangentum, so hetta verður heilt vist ein framúr góð konsertuppliving í einum av bestu spælustøðunum í landinum.

Teir fara at spæla eina rúgvu av sangum hjá Terja sum eru komnir út millum ár og dag. Helst fara vit at hoyra teir kendastu sangirnar, men tað eru so nógvir aðrir góðir hjá Rasmussen, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv til. Tí verður spennandi at vita, hvørjar av hesum mongu sangum vit fara at hoyra.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

02 Oct 22:00

Price

200 DKK