20 May - 22 May
Tórshavn (capital)
180 - 280 DKK
Palllist

Tann Komiska Tragedian

x
Sjónleikur hjá Leikhús SKIFT har Olaf Johannessen spælur allar leiklutirnar og Marita S. Dalsgaard leikstjórnar teimum.

Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad er einrøðuleikur við Olaf Johannessen. Leikurin er at líkna við ein masterclass í sjónleiki. Leikurin er ein kærleiksváttan til leiklistina og lívið. Hann er spælandi, argandi og filosoferandi. Tey bæði gaman og álvara, ljósið og myrkrið, lívið og deyðin, ævinleikin og tað tímiliga, hugflogið og tað konkreta jarðbundna veksla alla tíðina hvørt um annað.

“– Og eg eri við at doyggja í látri, fer tað at vísa seg, fleiri ferðir í gjøgnum leikin. So herligt. At næstan doyggja í látri (…)– og so er tað so pínligt, og so sárt at tað fer beint inn. Heilt inn í eksistenskensluna. (…) Í løtum var tað sutt sagt sublimt“ Gunnvá Zachariassen, sjónleikari og leiðari av TVAZZ,  09.12.20í Nón

“tað krevur…sum sagt…agafasta leikstjórn og ein leikara, sum kann sína list út í odd og egg .(…)….hetta var tann ektaða listin…list, ið ger mun…” Carl Johan Jensen, rithøvundi, í Dimmu 11.12.20

Sjónleikur: Olaf Johannessen
Leikstjórn, framleiðsla, týðing, búni, pallmynd og foto: Marita S. Dalsgaard
Ljós og tøkni: Súni Joensen
Tøknilig útgerð, ráðgeving og hjálparfólk: Steingrund
Leiga av klæðum: Det Kongelige Teater.
Forlag: Nordiska Strakosch
Samstørv og stuðul: Runavíkar Kommuna, Visit Runavík, Løkshøll, Skúlin við Løkin, Norðurlandahúsið í Føroyum og SALT.

Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu.
Avmarkað mongd av atgongumerkjum til lesandi/ung eru til sølu.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

20 May 2021 20:00
21 May 2021 20:00
22 May 2021 16:00

Price

Vanligt 280 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 180 DKK