07 Aug
Tórshavn (capital)
50 DKK
Tónleikur

Summartónar: Birita Poulsen og Ólavur Jakobsen

x

Í summar verður Birita Poulsen fyri fyrstu ferð partur av skránni hjá Summartónum. Síðani 2015 lærir hon á lærda tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin, og hevur har savnað sær nógvar royndir innan opera, Lied og kirkjumusikk.
Við sær til konsertirnar hevur hon Ólav Jakobsen á Gittar. Tey fara at frammføra sangir eftir Franz Schubert og onnur kend tónaskøld, og eisini verða nógvir góðir føroyskir sangir og solostykki fyri gittar á skránni.

Address

Aulan í Finsen

Tróndargøta 44
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

07 Aug

Price

Vaksin 50 DKK