Tríggjar kvinnur manna trioina Dögg. Hesar eru sangkvinnan Svafa Þórhallsdóttir (IS/DK), klaverleikarin Hrönn Þráinsdóttir (IS) og violinleikarin Angelika Hansen(FO).
Tær funnu fyrstu ferð saman í 2012, og síðan aftur í 2016, har tær hava havt konsertir í Føroyum og í Danmark. Tær hava framført og frumframført tónleik eftir føroysk, íslensk og donsk tónaskøld.
Dagliga starvast tær sum lærarar á tónlistarskúlum. Eisini eru hvør sær sera virknar og luttaka bæði innan konsertir á ymsum studio innspælingum.
Svafa (IS) er privat útbúgvin sangarinda, og hevur lokið prógv frá Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Svafa arbeiðir sum sangari, undirvísiri og kórleiðari.
Hrønn (IS) er útbúgvin pianistur og fylgispælari úr Hochschule fur Musik í Freiburg. Hon undirvísir á Sangskúlanum í Reykjavík í Opera og Lied klassanum.
Angelika er útbúgvin violinlærari, og býr í Føroyum har hon starvast sum violinlærari, spælir við Aldubáruni, Symfoniorkestrinum, og fleiri øðrum bólkum.