Vit fara at læra at spæla føroysk, norðurlendsk og altjóða spælimansløg (løg, ið eru brúkt til fólkadans) og enda við eini stuttari konsert leygardagin kl. 13. Vit fara at læra løg bæði eftir nótum og eftir gehør. Vit fara eisini at læra eitt sindur um siðvenjur og dansir, ið eru tengd at løgunum.
Vit ætla at læra millum 2 og 4 nýggj løg um dagin. Streingja- og blásitónleikarar og akkordeon/harmonikuleikarar: Fyri at luttaka skalt tú hava spælt á tínum ljóðføri so leingi, at tú kanst, uttan stórvegis trupulleikar, læra at spæla løg antin eftir nótum ella eftir gehør rímiliga lætt og skjótt. Gittar-, ukulele-, klaver-, keyboard- og bassleikarar skulu kunna spæla eftir besifringum. Tá ið tú hevur meldað teg til, skalt tú senda teldupost til nlh@nlh.fo og kunna um, hvat ljóðføri tú spælir, og hvussu leingi tú hevur spælt/fingið undirvísing.
Skeiðshaldarar eru Angelika Hansen, Anna Hüdepohl, Kristian Blak og Sharon Weiss.
Aldursbólkur: 10-16 ár
At hava við: Matpakka