27 Jun - 01 Jul
Tórshavn (capital)
200 DKK
Børn & Ung

SUMMARSKEIÐ: Maskan, kroppurin og ruskið

x
Maskuverkstova fyri børn og ung 10-15 ár

Vit gera maskur úr ruski, geva teimum lív og spæla við maskur úr øllum heimsins herðashornum.

Maskur eru gandakendar og duldarfullar og kunnu broyta mátan, vit arbeiða við kroppi og rørslu. Men hvussu geva vit einari masku lív?

Á hesari 5-daga longu palllistaverkstovuni sleppa luttakararnir at hitta og arbeiða við ymsum sjónleikamaskum og at gera egnar maskur úr ruski.

Vit granska og spæla við maskur. Hvørja orky hevur hvør einstøk maska? Hvussu flyta tær seg? Hvussu geva vit teimum lív? Gjøgnum spæl og improvisation royna luttakararnir ymsar maskur og arbeiðshættir. Síðan fara vit við umhvørvinum í huga at byggja egnar maskur úr ruski. Hesum fara vit eisini at geva lív, umframt at vit fara at geva rusk-verunum hvør sína søgu.

Ein stuttlig verkstova um kropp og rusk.

Nær:  27. juni–1. juli kl. 10-15 (luttakararnir eru við allar dagarnar)

Aldursbólkur: 10-15 ár

At hava við: Klæðir, sum eru góð til rørslu, og matpakka. Reint rusk (hetta kann vera alt millum himmal og jørð – ein proppur, eitt ílat, ein endi av eini havaslangu, netið frá appelsinunum, ein holut hosa, ein avís, ja hvat sum helst, bara tað er reint)

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 Jun 2022 10:00 - 15:00
28 Jun 2022 10:00 - 15:00
29 Jun 2022 10:00 - 15:00
30 Jun 2022 10:00 - 15:00
1 Jul 2022 10:00 - 15:00

Price

Atgongumerkið 200 DKK