26 Nov
Sandoy
2500 DKK
Bókmentan

Spøkilsisskriviskeið 26-28 novembur

x

Komið við okkum í Ísansgarð á Sandi eitt vikuskiftið og kveikið nýtt lív í gomlu bretsku siðvenjuna at siga óhugnaligar søgur um spøkilsir, afturgongur, dreygar og onnur skrímsl fram móti jólum.

Á hesum 3 daga skeiðnum fara vit millum annað at:

  • Skriva okkara egnu søgur

  • Siga frá okkara yndisspøkilsissøgum

  • Uppliva eitt veruligt spøkilsihús

  • (Ó)hugnaløtur við spøkilsisfilmi verða eisini á skrá

Kom um tú torir!

Verksmiðjuleiðarar: Høvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs & Rakel Helmsdal

Dato: 26. – 28. november 2021

Tíðspunkt: Vit byrja fríggjadagin 26/11 kl. 10:30 við einum drekkamunni í Ísansgarði. Hinar dagarnar byrja vit við morgunmati kl. 08.15.

Støði: Grundskeið

Longd: Tríggjar dagar

Næmingatal: 16

Upptøkutreytir: Ongar. Øll, ið hava dirvið eru vælkomin.

Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting í Ísansgarði, lekkur vistfrøðiligur staðbundin matur og deiligt kaffi. Les meira um vistarhald og gerandisdagin á skúlanum her. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy

Date

26 Nov

Price

2500 DKK