22 Sep
Tórshavn (capital)
75 - 150 DKK
Tónleikur

Sóley (IS) + We at Sea (FO/DK)

x
Eftir eina útselda konsert saman við Eivør í Fuglafirði í 2017, kemur íslendska sangarinnan aftur til Føroya – hesaferð við spildurnýggjum tilfari.

23. september (dagin eftir konsertina) er útnorðurdagur og tað hátíðarheldur Norðurlandahúsið m.a. við vitjan úr Íslandi.

Sóley Stéfansdóttir úr Hafnafyrði hevur við sínum myrku, ævintýrakendu sangum seinastu árini ment ein alstóran fylgjaraskara.

Eftir at hava verið við í vælumtókta bólkinum Seabear í fleiri ár, fór Sóley í 2010 undir at menna sína solo karrieru og gav út sína fyrsti EP, sum var ein forsmakkur uppá hugfloygdu, alt-pop ljóðandi fløguna “We sink”, sum kom í 2011. Síðan tá hevur Sóley latið fleiri útgávur úr hondum umframt at hon hevur skrivað nógvan tónleik til bæði sjónleik og film.

Sóley skrivar í løtuni tónleik til nýggja útgávu og á hesari konsertini sleppa vit at vera millum fyrstu áhoyrarar at hoyra hendan tónleikin.

Tit kunnu vænta tykkum eina myrka, óveruliga og eksperimenterandi ferð inn í hugaheimin hjá hesum gátuføra íslendski.

Áðrenn Sóley fer á pallin hoyra vit frá ungum føroyskum tónleikara.

We at Sea

We at Sea er tónlistaverkætlan hjá føroyskt/donsku Rebekku Søndergaard Mortensen. Tónleikurin er sorgblíður við vøkrum og inniligum søgum. Stóra, kensluborna og nærverandi rødd hennara fær friðin at leggja seg í einari einklari og vakrari ljóðmynd. We at sea fær íblástur frá øðrum norðurlendskum kvinnuligum sangarum og sanskrivarum sum Oh Land, Feist, Ane Brun og Eivør, og hetta hoyrist væl aftur í teirra í teirra droymandi og hugvekjandi úttrykki.

We at Sea er beint nú aktuelt við tveimum singlum, sum javnan eru at hoyra í bæði føroyskum og donskum útvarpi. Á aðrari, Disappear, er Marius Ziska gestasangari.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

22 Sep 16:00

Price

Vanligt 150 DKK

Lesandi 75 DKK