08 May
Norðoyggjar
Free
Børn & Ung
Náttúra & uttandura

Smáskótadagur 8. mai

x

170 skótar koma at luttaka, so við teimum vaksnu vanta vit áleið 200 børn og vaksin vera knýtt at degnum, siga fyrireikararnir

KFUK skótarnir í Føroyum standa fyri tí árliga smáskótadegnum, sum vanligt er at hava á hvørjum ári. Í ár verður dagurin so fyriskipaður av bæði KFUM& K skótinum og Skótaliði Nólsoyar Pálls, og verður hildin í Klaksvík.
Evni fyri dagin er “Úrmælingur” ella “at vera ein úrmælingur”.

Hettar kemst av, at vit í Klaksvík hava havt nógv fólk, sum hava gingið á odda, og havt stóran týdning fyri samfelagsmenningina á ymsan hátt -fíggjarliga, listarliga og vinnuliga.
M.a. Nólsoyar Páll, Waagstein, Elinborg Lützen, Kjølbro og onnur. Hesa vitana um Klaksvík ynskja vit at geva teimum luttakandi.
Dagurin kemur m.a. at ganga fyri seg har vit hava standmyndir av hesum fólkunum.

Dagurin byrjar kl. 10 í Skúlagarðinum við  vælkomst og sangi.
kl. 11 byrja skótarnir úti á teimum ymisku postinum runt um í býnum, har tey sleppa at royna seg í ymiskum skótakynstrum og kreativum aktivitetum. Eisini hevur áhugafelagið Dragin játta seg at sigla tveir túrar við skótinum hendan dagin. Hetta og annars alla hjálp og stuðul frá ymiskum fólkum og fyritøkum eru vit sera takksom fyri.
kl. 15 runda vit dagin av við bálsetu, sangi og onkrum leskiligum afturvið. (Akursmørk)

Dagurin endar á Akursmørk kl. 16

Stutt info um dagin her
Forsíða (kfukskotar.fo)

 

Vit ynskja við hesum degnum fyrst av øllum, at geva øllum smáskótum í føroyum eina góða uppliving í teirra skótalívi, men eisini at seta skótavirksemi á breddan. Vit ynskja at skótar skulu vera sjónligir og ein virkin partur í lokalsamfelagnum.

Meira info um skótarørsluna finnur tú á
Um Føroya Skótaráð (scout.fo)

www.skoti.fo 
www.kfukskotar.fo 

Address

Skúlatrøð

Skúlavegur 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

08 May 10:00

Price

Free

Organiser

KFUM & K skótarnir og skótalið Nólsoyar Pálls