03 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung
Bókmentan

Skrímslaleikur – nýggj barnabók (tiltak fyri børn 3-6 ár)

x
Fyri børn og barnsligar sálir

Sunnudagin 3. oktober kl. 15 verður útgávutiltak við bókini Skrímslaleikur, sum Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir hava skrivað. Hetta er tíggjunda (!) bókin um Stóra Skrímsl og lítla skrímsl, og tað skal feirast!

Skráin

  • Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, bjóðar vælkomin.
  • Rakel Helmsdal lesur úr bókini.
  • Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, klarinett, og Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge, saxofon, spæla nøkur løg.

Kaffi og okkurt søtt verður eisini at fáa til bókaframløguna. Bókin verður til keyps fyri serprís (100 kr.)

Nógvar av skrímslabókunum hava leingi verið útseldar, men nú eru allar uppafturprentaðar – og sjálvandi vera tær eisini at fáa til serprís henda dagin.

Tiltakið er til børn, sum eru umleið 3-6 ár… og til allar barnsligar sálir.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Oct 15:00

Price

Free