25 Sep - 26 Sep
Tórshavn (capital)
950 DKK
Ráðstevnur

Skeið við Trude Anette Brendeland

x
Skeið um spæligleði, við Trude Anette Brendland

Á skeiðum í NLH, fer Trude at tosa út frá nýggjastu bókini hjá sær “Lekelyst med rom for indelek”. Bókin tekur útgangsstøði í rúminum har barnið er, og hvussu hetta ávirkar spælið og menningina hjá barninum.
Hon vísur á, hvussu vit kunnu gera rúmið enn meira spennandi og undrunarsamt, og vekja hugflogið og skapanarevnið hjá barninum. Trude er kend fyri sín sermerkta kreativa máta at arbeiða uppá. Hon brúkar ymiskar stuttligar og annarleiðis/kreativar “rekvisittir”, sum vekja hugaheimin hjá barninum í dagliga spælinum. Hon dugir sera væl at liva seg inn í hugaheimin hjá barninum, vekja forvitnið og barnið fær góðar møguleikar at menna sítt hugflog og sín kreativitet bæði inni og úti.


Trude sigur: 
at í eini tíð har øll hava meiningar um, hvat er neyðugt at gera og halda fast við á dagstovnunum,er vitanin um spæl serliga neyðugt, tí tað er ígjøgnum spæl, at barnið mennist og stimbrast.
Á skeiðinum leggur hon dent á, at vit vaksnu eru vitandi og skilja, hvussu neyðugt tað er, at barnið hevur eitt “ríkt spæliumhvørvið”, og hvussu neyðugt tað er, at vit skapa góð og mennandi rúm til spæl. Nakað av tí mest neyðuga hjá barninum er, at kunna “fordjúpa”seg í spælinum. Spælið er ein drívmegi, sum liggur djúpt í okkum menniskjum – sum tá barnið ger sandkøkur í sandkassanum og skeinkir “luft kaffi” sum tað mest náttúruliga. Ella tá barnið sær seg sum superman, tá tað fer súsandi oman ígjøgnum rutschebanan.
Lesi meira á heimasíðuni hjá Trude um skeiðið: 
“Lekelyst med rom for innelek”:
http://fantasifantasten.no/index.php?p=1_6_kurs

Skrá:
Kl. 8.30-9.00 morgunmatur
Kl. 9.00 vælkomin
Kl. 9.15 Trude
Kl. 10.15-10.45 steðgur
Kl. 10.45 – 12.00
Kl. 12.00 til 13.00 døgurða steðgur
Kl. 13.00 – 14.00
Kl. 14.00 – 14.30 steðgur
Kl. 14.30 – 15.30
Kl. 15.30 – vit runda av

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Sep 2019 08:30
26 Sep 2019 08:30

Price

Vanligt 950 DKK