24 May - 26 May
Eysturoy
400 DKK

Skeið í rødd og framburði av teksti

x

Seinasta vikuskifti í mai verður eitt kvøldskúlaskeið í Mentanarhúsinum, sum Súsanna Tórgarð stendur fyri.

Skeiðið hevur fokus á rødd og framburð av teksti og er ætlað øllum, sum hava hug at arbeiða við røddini hjá sær og við teknikkum at bera fram tekst, eisini um man skal halda røðu ella hava ein fyrilestur.

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, lærara og røðara. Arbeitt verður við at geva luttakaranum eitt innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina, finna sína persónligu styrki og fáa størri nærveru á pallinum. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara. Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú.
Tekstir verða sendir luttakarum frammanundan.

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London.
Sí meira á www.voicestudiointernational.com
www.mh.fo

Skeiðið er soleiðis:
Fríggjakvøldið 24. mai kl. 19.00 – 22.00
Leygardagin 25. mai kl. 10.00 – 16.00
Sunnudagin 26. mai kl. 14.00 – 18.00

Tilmelding: Ring ella sms’a til 238010

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

24 May 2019 19:00 - 22:00
25 May 2019 10:00
26 May 2019 14:00 - 18:00

Price

Luttakaragjald 400 DKK