29 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í nálabinding

x

Við nál og tógv lærir tú at nálabinda eina húgvu í sokallaðu Oslo stitch.

Nálabinding er funnið fyri meira enn 6000 árum síðani, tað mesta ið er funnið er tó frá víkingatíð í norðanlondum. Í eldri tíð sær út til at nálabinding mest er nýtt til húsarhald, so sum mjólkarsílir og ikki so nógv til klæðir. Teknikkurin er tó nýttur til smærri klædnapetti, so sum vøttir, í víkingatíð.

Undirvísari er Ann Árnastein. Hon var bara 5 ár, tá áhugi byrjaði innan fyri handarbeiði – binda, brodera, seyma og tilvirka bond. Feldskeri og fashion design eru hennara útbúgvingar og hon hevur drúgvar royndir sum undirvísari á skeiðum við at tilvirka bond, binding, rya, rotiskón o.m.a. Eisini hevur hon undirvíst á Tekniska Skúlanum í Havn og á Kvøldskúlanum har hon enn er.

Skeiðið verður á føroyskum (skandinaviskt og enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Við í prísinum er tilfar: Nál og tógv. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøku afturvið. Harumframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, sum verðir í Viðarlundini dagarnar 1-3 juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

29 Jun

Price

495 DKK