{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Nú hevur tú møguleikan at smíða knívablað til grindaknív undir kønari vegleiðing frá Ildsmeden. Tú fært innlit í formgeving av tí gløðandi stálinum, og innlit í eginleika metallinum. Skeiðið er tiltonkt teg sum óroyndur innan eldsmíð, og grindaknívurin er ein góð byrjan til tín, sum kundi hugsa tær at smíða jarn heima.
Jesper Jørgensen – mest kendur sum Ildsmeden, er ein fulltíðar, gamaldags jarnsmiður, sum útyvir at smíða til friðaðar/søguligar bygningar, kirkjur og søvn, eisini heldur skeið og undirvísir í eldsmíð. Les meira á ildsmeden.dk.
Undirvísingin verður á donskum (enskt eftir tørvi). Skeiðið varar í 7 tímar. Sera avmarkað pláss!
Skeiðið verður við studentaskúlanum í Hoydølum. Við í prísinum er alt tilfar. Havi sjálvi arbeiðsklæðir og -handskar við! Vit bjóða døgurðabita, drekkamunn og víkingasmákøku. Harumframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, ið verður í Viðarlundini 1-3 juli.
Skrá:
Kl. 10.00: Drekkamuður har tit fáa kunning um:
útgerð og amboð
jarn og stál, herundir herðing og áfalling
smíðukynstur
trygd
Kl. 10.30: Smíðing
Kl. 13.00: Matarsteðgur
Kl. 13.30: Smíðing víðari
Kl. 15.00: Hvussu er støðan?
Kl. 15.30: Herðing (og møguliga áfalling)
Kl. 16.45: Vit taka samanum
Kl. 17.00: Takk fyri í dag
188 Hoyvík
Tórshavn (capital)
27 Jun - 29 Jun
Every:
Mon
Tue
Wed
1295 DKK