27 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í Bayeux brodering

x

Teknikkurin hóskar seg sera væl til brodering á dúk, gardinur, pútur ella til tey, ið ynskja ein øðrvísi og serstakan hátt at brodera føroysku klæðini.

Teknikkurin sæst á kenda Bayeux tapetinum, sum hevur ligið væl goymt í einari kistu í katedralinum í Bayeux í mong árahundrað. Bayeux tapetið er bæði eitt søguligt og listaligt meistaraverk. Tað var allarhelst Odo bispur, hálvbeiggi Vilhjálm Sigurvegara, ið bílegði tapetið, sum varð brodera í Onglandi í 1070-unum. Tapetið fortelur søguna um, tá Vilhjálmur gjørdi innrás í, og vann Ongland, í bardaganum í Hastings í 1066.

Undirvísari á skeiðinum er Eva Heinesen. Hon hevur alt hon kann minnast verið forvitin í handarbeiði, serstakliga nál og tráð. Hon hevur vovið á stóra vevinum, brikkaveving og rammuveving. Traditionel krossstingsbrodering og stramai hevur hon fingist nógv við. Hon er sjálvlærd í Bayeux brodering, sum hon hevur arbeitt íðin við í nøkur ár.

Skeiðið verður á donskum (føroyskt og enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Við í prísinum er tilfar: Klædnapetti við myndevni úr Bayeux tapetinum, ramma, nál og tráður. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøku afturvið. Harumframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, sum verður í Viðarlundini dagarnar 1-3 juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

27 Jun

Price

495 DKK