07 Aug - 15 Aug
Tórshavn (capital)
250 - 280 DKK
Annað

Sjónleikin Ó - Søgur um djevulskap

x
Fram til 19. juli fært tú EARLY BIRD-atgongumerki fyri einans 280 kr. (vanligur prísur: 320 kr.)

Eftir Daniel Wedel
Leikur, bygdur á skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen

Hvør drap Bænadikt Chonradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør ér í grundini Matthias J. Danielsen? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?

Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er sjónleikurin her.

Sjónleikurin, sum byggir á fyndugu, djúpu og djevulskt spennandi skaldsøguna Ó, søgur um djevulskap.

TVAZZ hevur savnað eitt dreymatoymi av leiklistafólki úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark, sum gleða seg Ómetaliga nógv til at bjóða tær hesa Ógloymandi morðgátu.

Leikstjórn: Egill Heiðar Anton Pálsson
Dramatikari: Daniel Wedel
Framleiðsluleiðari: Durita Sumberg Poulsen og Gunnvá Zachariasen
Pallmynd/búnar: Martin Eriksson
Týðari: Jonhard Mikkelsen
Tónasmiðir: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen
Ljós: Súni Joensen
Filmur: Barbara Lervig
Leikarar:
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Búi Dam
Durita Dahl Andreassen
Frederic Molund
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Kristina Sørensen Ougaard

Í samstarvi við Norðurlandahúsið

Stuðlar
Nordisk KulturKontakt
A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til Almenne Formaal
Uttanríkis –og mentamálaráðið – Stuðul til yrkisleiklist
Uttanríkis –og mentamálaráðið – Stuðul til filmslist
Mentanargrunnur Landsins
Tórshavnar Kommuna
Forlagið Sprotin
Bygma Balslev P/F
Maria Poulsen P/F
Rit & Rák

Prísur
Vaksin: 320 kr. (Early Bird fram til 19. juli: 280 kr.)
Lesandi og ung u/18: 250 kr.

Covid-19
Norðurlandahúsið fylgir tilmælunum frá myndugleikunum.
Tá tú keypir atgongumerki, tryggjar skipan okkara, at eitt tómt setur er ímillum teg og onnur vitjandi.
Hevur tú verið og ferðast? So ert tú vælkomin til tiltøk í Norðurlandahúsinum, aftaná tú hevur fingið eina negativa test á 4. degnum eftir komu til Føroya. Tú ert eisini vælkomin 8 dagar eftir, at tú ert liðug/ur koppsett/ur. Mælt verður kortini til at lata seg kanna á 4. degi.
Les meira um trygdina í húsinum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

7 Aug 2021 19:00
8 Aug 2021 19:00
10 Aug 2021 19:00
11 Aug 2021 19:00
12 Aug 2021 19:00
13 Aug 2021 22:00
14 Aug 2021 16:00
15 Aug 2021 16:00

Price

Avsláttur 280 DKK

Ung og lesandi 250 DKK