09 Jul - 20 Aug
Norðoyggjar
500 DKK
Náttúra & uttandura

Sigl til Kópakonuna, Kallin og Kunoyarnakk

x

Hvønn týsdag í summar hava tit møguleikan at koma við Draganum á ein ógloymandi vakran túr til fuglabjørgini norðast í Føroyum.
Dragin siglir av Varpabrúnni í Klaksvík, norð gjøgnum Kalsoyarfjørð, har tú sært allar bygdirnar á Kalsoynni, umframt Kunoy. Á veg norður sæst Kópakonan, steinrunnin á Stórakneysa. Dragin siglir norð í Kalsvík og undir stórbara Kunoyarnakk, og vendir síðani aftur til Klaksvíkar.

Nær?
Týsdag kl. 18.
Hvar:
Av Varpabrúnni í Klaksvík
Til?
Kalsvík, Kunoyarnakk og Kópakonuna.
Longd?
Túrurin tekur 2 – 3 tímar
Prísur?
500kr fyri vaksin
200kr fyri børn (2-12 ár)
Bílegg pláss á Norðoya Kunningarstovu, tlf 456939, info@klaksvik.fo
Dragin rúmar 30 fólkum.
Í minsta lagi 8 vaksin skulu tekna seg til túrin, fyri at hann verður sigldur.

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

09 Jul - 20 Aug Every: Tue

Price

500 500 DKK