02 Jul - 04 Jul
Sandoy
100 DKK
Festivalar

Sandoyarstevna í Húsavík

x

Árliga Sandoyarstevnan verður í Húsavík í ár.

Tað eru ungmannafeløgini í Sandoynni, sum uppá skift hava skipað fyri sandoyarstevnuni 4 hvørt ár og í ár eigur Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík tørn at skipa fyri stevnuni.

Fríggjadagur 2. juli Kl. 17.00 ​Biografur í Sólarris fyri børnini

Kl. 18.30 ​ Skrúgonga við ítróttarfólkunum í oynni Jákup Sørensen setur stevnuna heima á Stórastovutúni

Kl. 19.30​  Grillin tendrar í Niklasagarði, stevnuburgari, sodavatn, øl, cider, kaffi, te, tombola, o.a. til keyps

Kl. 19.30  ​Konsert við Fríða Sigmundsson í Niklasagarði

Kl. 20.30 ​ Konsert við Hanus G. Johansen í Niklasagarði

Leygardagur 3. juli

Kl. 11.00 ​Áartusk, luttøkugjald er keyp av atgongumerki

Kl. 11.00 ​Sjódypp við sauna og hitapotti

Kl. 15.00 ​Kaffistovan letur upp

Kl. 15.00 ​Tivoli letur upp

Kl. 15.00 ​Hoppiborgir

Kl. 15.00 ​Sigling við gummibátum í ánni (um veðrið er til vildar)

Kl. 15.00 ​Tombola

Kl. 15.00 ​Kondibingo, plátur kunnu keypast í Sólarris, selt verður til onki er eftir

Kl. 15.00 ​Kapping í kassastáplan

Kl. 16.00 ​Barnatiltøk á vøllinum

Kl. 17.30​Konsert við Inga Poulsen og Danny Baldursson

Kl. 18.00 ​Stevnubúffar í stóra tjaldinum

Kl. 19.00 ​Konsert við Ester Kristiansen

Kl. 20.30 ​Konsert við Janus Wiberg

Kl. 22.00 ​Linedansur

Kl. 24.00 ​Felagssangur og miðnáttarrøða við Eydnu Magnussen Aftaná verður dansur við FourMENh

Sunnudagur 4. juli

Kl. 12.00 ​Guðstænasta við presti, The Gadders syngja.

Kl. 15.00​ Kaffistovan letur upp

Kl. 15.00​Tivoli letur upp

Kl. 15.00​ Søguligur gongutúrur við frásøgufólki Byrjað verður við Sólarris

Kl. 17.00​ Útimøti við Missiónshúsinum í Skopun

Kostnaður 100 kr. fyri hvønn (3 ár og eldri) Atgongumerkið er galdandi fyri dagarnar 3-4. juli, og alt er íroknað uttan kondibingo, tombola, matarsøla, drykkivørur og dansur. Atgongumerkið er samtíðis lutaseðil til drátt um iPhone 12

 

Address

Húsavík


230 Húsavík
Sandoy

Contact

Website

Date

2 Jul 2021 17:00 - 22:00
3 Jul 2021 11:00 - 03:00
4 Jul 2021 12:00 - 17:00

Price

100 100 DKK