14 Jul - 31 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Søga & arvur
Tónleikur

Rundvísing í Havnar kirkju, dómkirkjuni

x

Dómkirkja okkara er miðdepil í Havnar søgu. Kirkjan og hennar gripir eru við til at lýsa Havnina, fólki í Havnini og tess hugburð ígjøgnum tíðina.
Uppliv eisini okkara nýggja altarklæði – ‘Ólavsøkuklæðið – Halgað í forðum varð Føroya land’, sum er komið upp at hanga aftur. Ólavsøkuklæðið, sum Havnar kirkja fekk í 2020‚ Edward Fuglø hevur sniðgivið, og tað er vovið á Atelier Pinton í Fraklandi.
Summarvørðar okkara greiða frá á norðurlendskum klokkan 11 og á enskum klokkan 15 allar gerandisdagar.
Leygardag er rundvísing kl 15 (á norðurlendskum ella enskum – alt eftir tørvi)
Til ber at biðja um rundvísing á føroyskum hjá Karlu á 586511 ella hjá Bárði á 272839, ella við at spyrja í kirkjuni.

Address

Havnar kirkja (Dómkirkjan)

J.Paturssonargøta 20
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 Jul - 31 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri

Price

Free