21 Aug
Sandoy
Free

Rudding á Hvalnes, Skálavík

x

Í samstarvi við Visit Sandoy skipar Rudda Føroyar fyri rudding á Hvalnesi í Skálavík leygardagin 21. august. Her fáa tit møguleikan fyri at sameina ein deiligan dag saman við familju ella vinfólki við at gera okkurt gott fyri okkara vøkru náttúru.

Hvalnes er rekapláss/hagi, har nógv rusk rekur inn frá sjónum, so tørvur er á nógvum røskum vaksnum og børnum, sum vilja hjálpa at rudda.

Tiltakið er ókeypis, tó krevst tilmelding. Luttakarar gjalda sjálvi fyri túrin við bátinum suður til Skopunar.

Øll, sum luttaka í ruddingini, fáa:
– Matpakka og frukt
– Drekka
– Busstúrin úr Skopun til Skálavíkar og aftur
– Ferðaleiðara

Gongutúrurin úr Skálavík til Hvalnesar tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir hvønn vegin. Torleikastigið á gongutúrinum er lætt/miðal – størri børn, ið eru von at ganga í haga, kunnu væl luttaka.

At hava við:
– Góðar skógvar/stivlar
– Handskar
– Vatnfløsku
– Lítlan ryggsekk

Tekning til túrin er opin frá 3.-14. august

Skrá fyri dagin:

Kl 09.45 Teistin siglur av Gomlurætt

Kl 10.15 Bussur úr Skopun til Skálavíkar

Kl 10.45-12.00 Gongutúrur til Hvalnes

Kl 12.00-13.30 Rudda

Kl 13.30-14:00 Matpakka

Kl.14.00-16.45 Rudda

Kl 16.45-18.00 Ganga aftur til Skálavíkar (frukt e.l.)

Kl 18.00 Bussur úr Skálavík til Skopunar

Kl 18.35 Teistin siglur úr Skopun

Kl 19.05 Koma til Gomlurætt

Stutt um Rudda Føroyar

Rudda Føroyar er ein lítil, sjálvboðin felagsskapur, sum samskipar árligan ruddingardag í september á hvørjum ári. Harafturat skipar Rudda Føroyar fyri øðrum ruddingartiltøkum og við at gera kunnandi tilfar um umhvørvið.

Address

Skálavík

Gerðisvegur
220 Skálavík
Sandoy

Contact

Website

Date

21 Aug 09:45 - 19:05

Price

Free

Organiser

Visit Sandoy & Rudda Føroyar