09 Nov
Norðoyggjar
575 DKK
Matur & Drekka

Rivjakvøld

x

Lagt verður upp til eitt spennandi rivjakvøld, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð.

Omaná verður Rís a’la mande og kaffi.

Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum, Føroya Bjór.

Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini.

Vit byrja kl 20 og enda á miðnátt.

Pláss er fyri 40 fólkum, og tað er neyðugt at bíleggja sær pláss í góðari tíð.

Address

Gamla Seglhúsið

Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

09 Nov

Price

575 DKK