07 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung
Tónleikur
Ítróttur & stuttleiki

RAG stuðulsrenning

x

RAG (Race and give) er tiltakið á TeenStreet, har vit savna pengar. Áðrenn og undir hvørjum TeenStreet, savna vit pengar fyri at stuðla einum góðum endamáli, vanliga innan OM, sum hevur góða ávirkan á ungdóm í Evropa og kring heimin.

Í ár verður RAG renningin leygardagin 7. aug. kl. 14-16, í miðbýnum í Havn. Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er 1km.

Tað verður festligt
Umframt renningina, verður ymsikt festligt á skránni, og vóna vit at nógv leita sær oman í býin at renna ella ganga, ella hyggja og heppa. Rennarar eru vælkomin at vera í festligum klæðum. Á trappuni spælur eitt orkestur og ein góður DJ diskar eisini upp við UPBEAT tónleiki og frásøgumaður heppar á rennararnar. Á Ebenezer trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini. Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa sær pylsur og vaflur. Sum nakað spennandi, so verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum.

Umframt tey 300 frá TeenStreet leguni, eru onnur eisini vælkomin at renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við.

Leguluttakararnir finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla – annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. 1 km. long. Onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

07 Aug

Price

Free