17 Aug
Eysturoy
Free
Annað

Politikkur á breddan í Fuglafirði

x

Leygardagin 17. august verður politikkur settur á breddan í Fuglafirði. Seinnapartin frá kl. 16 – 18 eru politisku flokkarnir uttanfyri Mentanarhúsið og áhugabólkar inni í húsinum. Eisini er eitt speaker’s corner á torginum. Um kvøldið verður so kjakkvøld í sjálvum Mentanarhúsinum.

Við at savna flokkar og áhugabólkar er grundin løgd til kanska mest livandi og vælgrundaða politiska kjakið í hesum valstríðnum, og er væntandi, at fólk kemur frá nær og fjar.

Kjakfundurin byrjar kl. 19.00 og verður skipaður av Jón Briani Hvidtfeldt. Vit taka støðið bæði í landspolitiskum og lokalt viðkomandi evnum.

Politikkur er eisini á breddanum seinnapartin, við agitering á torginum uttanfyri Mentanarhúsið frá kl. 16.00 – 18.00. Politisku flokkarnir fáa høvið at seta upp ein bás og breiða sín boðskap haðani.

Í ovara salið í Mentanarhúsinum ber til at hitta ymisk áhugafeløg, ið á hvør sín hátt royna at seta sín dám á valstríðið.

Væntandi nýta bæði politikkarar, vónrík uppstillaði og umboð fyri áhugafeløgnini høvið at brúka okkara speaker’s corner hesa løtuna. Fyri fólk við áhuga í politikki verður trupult at halda seg burtur.

Føroya Bjór og Okkara vera á torginum og bjóða teimum vitjandi eitthvørt leskandi at styrkja mussaskøðið.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

17 Aug 16:00 - 21:30

Price

Free