28 Jul
Suðuroy
Free
Náttúra & uttandura
Søga & arvur

Ólavsøkuhugni umborð á MS Thorshavn

x

Viðrar og um nóg nógv tekna seg, so er ætlanin, at Thorshavn ger útferð rundan um Suðuroynna ólavsøkuaftan. Farið verður av brúnni á Hvítanesi kl. 9 um morgunin. Siglt verður norður um endan og síðan suður tætt undir vestursíðuni av oynni. Farið verður eysturum innan fyri Flesjarnar. Vit vænta at verða aftur á Tvøroyri um 17 tiðina seinnapartin.

Umborð bjóða vit sjálvandi kaffi og eina góða suppu við breyði. Vit ætla at hava onkran lokalan frásøgumann at siga frá søgum og øðrum áhugaverdum, og vit ætla somuleiðis at hava onkran at spæla undir til felagssang á dekkinum.

Kostnaðurin fyri túrin er 800 kr fyri vaksin og 400 kr fyri børn undir 12 ár. Peningurin kann flytast á konto 9181 – 3890726. Áhugaði skulu sum skjótast melda seg til á tlf. +298 25 71 11

Address

MS Thorshavn

undir Heygnum 9
800 Tvøroyri
Suðuroy

Date

28 Jul 09:00 - 17:00

Price

Free