{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Eins og nógv annað, verður ólavsøkan á Hotel Føroyum í ár eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tó so vanlig sum gjørligt. Ístaðin fyri stóra sjálvtøkuborðið, hava vit sett eina leskiliga ólavsøkumatskrá við fýra rættum saman. Og vit hava sjálvandi eisini okkurt hóskandi til børnini.
Harafturat fara vit at býta stóra hølið upp í smærri hølir, soleiðis at tað ongantíð eru fleiri enn 100 fólk inni í hvørjum høli.
ÓLAVSØKUMATSKRÁIN
• Tallerkur við turrum fiski, turrari grind, spiki, eplum og breyði.
• Royktur laksur, sishomiks, dildolja og snerkt breyð
• Heilstokt oksalundir, heslubakað epli, grønmeti av grillini og rómabordelaise
• Panacotta, coulis og rabarbur
BARNATALLERKUR
• Spagetti bolognese
• Pitsa og kips
• Ísur
Umframt góða matin verða hoppiborgir settar upp uttan fyri hotellið. Atgongd til hoppiborgirnar er við í prísinum til matin.
Hotel Føroyar
45 Oyggjarvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Matskrá 4 rættir vaksin 395 DKK
Matskrá 4 rættir børn upp til 12 ár 220 DKK
Barnatallerkur (børn til og við 12 ár) 165 DKK