15 May
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Børn & Ung

Ókeypis rundvísing fyri børn í Várframsýningini

x

Her verður høvi at eygleiða undranarsom listaverk, seta spurningar og saman fara vit at práta um tey ymisku listaverkini. Vit fara millum annað at práta um eitt borð uttan bein, um speglingar, tilfar og kanska onkur fær eyga á ein Pokémon?

Rundvísingin tekur umleið 30 min, og pláss er fyri 30 luttakarum.

Aftan á rundvísingina sleppa børnini at gera smáar standmyndir úr modellervoksi – við íblástri frá listaverkum. Eisini ber til at royna okkara listaveiðu.

Tit kunnu heinta ókeypis atgongumerki í móttøkuni á savninum ella ringja á 313579 og leggja atgongumerki av.

Vit hava opið hvønn dag frá kl. 11.00-17.00.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 May

Price

Free