28 Aug
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Mirja Klippel & Silvitni í Tøting

x

***Leygarkvøldið 28. Aug. kl. 20.30***

Silvitni:
Silvitni er eitt úrvalslið av evnaríkum kvinnum, sum á heystið 2020 tóku stig til at stovna kórið.
Seinasta árið hava tær sungið tónleik við uppruna kring allan knøttin, á nógvum ymsum málum og úr ymsum tíðarskeiðum.
Klaverfylgispæl verður eisini afturat sanginum.

Mirja Klippel:
Hon fekk heiðurin “Songwriter of the Year 2016” á Danish Music Awards Folk.
Mirja er úr Finnlandi, har hon somuleiðis er ein vird sangarinna. Hon hevur drúgvar royndir og fleiri útgávur í sjáttuni, umframt at hon hevur sungi og spælt inn við nógvum artistum og hevur ferðast kring alt Evropa. Mirja er somuleiðis ein multi-instrumentalistur, sum meistrar nógv ymisk ljóðføri.
Mirja er búðsitandi í Keypmannahavn, har hon er farin í samstarv við sera dugnaliga gittarleikarin Alex Jønsson, ið eisini verður á palli saman við henni í Tøting.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), eru at fáa við dyrnar frá kl. 20.00.
Limir í Grót ið eru 18 ár ella yngri, hava ókeypis atgongd.

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

28 Aug 20:30

Price

Limir í Grót 100 kr. 150 DKK