01 Jul
Tórshavn (capital)
Free

Mánadagskonsertin á Summartónum

x
GØ (FO)

Gø: Kristian Pauli Ellefsen (keyboard), Ólavur Eyðunsson Gaard (guitar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)

Seinastu árini hevur havnarbólkurin GØ verið nógv at hoyra ymsastaðni á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin skrivar egnan tónleik við íblástri úr jazzi, rokki og fríari improvisatión. Umframt at hava spælt á Vetrarjazz 2015, -16 og -17 varð bólkurin boðin at spæla til 40 ára veitsluna hjá Havnar Jazzfelag sum umboð fyri framtíðina í føroyskum jazzi.

Tónleikin hjá GØ hava Kristian Pauli Ellefsen og Ólavur Gaard skrivað, og er hann sera ólíkur tí, sum er á føroyska tónleikapallinum í løtuni – tað harmoniska gongur hond í hond við tað dissonanta, uttan at tað gerst ov fremmant ella tungt. Tónleikurin er instrumentalur við denti løgdum á improvisatión og eksperimentering.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

01 Jul

Price

Free