01 Sep
Tórshavn (capital)
75 - 150 DKK
Tónleikur

Madrigalens Renæssance

x
Vokalbólkurin Music Ficta syngur italienskar madrigalar.

Við stuðli úr Beckett – grunninum fóru Music Ficta við Bo Holten á odda í 2016 holt við eina trý ára langa verkætlan við tí endamáli, at tey skuldu spesialisera seg í at framføra italienskar madrigalar úr seinrenessansuni. De hava nú arbeitt við tónleikinum í tveir ár og  eru komin sera langt. Tey hava lært eitt sera stórt repertoire við tónleiki eftir størstu tónaskøldini: Marenzio, Monteverdi, Luzzaschi, Gesualdo, Wert osfr. Tey hava við upprunanótum og teoretiskum verkum granska hvussu madrigalarnir eiga at pyntast við tónlistaligum prýðum, og hvussu man kann improvisera innan hetta tónleikaslagið – eitt sindur sum vit kenna úr nútímans jazzi.

Madrigalarnir eru smáar tónlistarligar leikmyndir, sum ofta lýsa óeydnusaman (og ofta sera erotiskan) kærleika. Madrigalarnir komu áðrenn operuna, sum kom fram um í sama tíðarskeiði, og tá tú hoyrir teir, skilir tú beinanvegin at man fekk íblástur til at pallseta hesi smáu tónlistaverkini.

Luttakarar:
Ann-Christin W. Ingels, Sopran
Christine Nonbo, Sopran
Eva Wöllinger-Bengtson, alt
Daniel Carlsson, kontra
Tobias Aabye Dam, tenor
Josef Hamber, tenor
Rasmus Kure Thomsen, bass
Lauritz Jakob Thomsen, bass

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

01 Sep 19:00

Price

Vanligt 150 DKK

Lesandi 75 DKK